Flyting til Danmarkar Flyting til Føroya Børn Lesandi Sjúka & sjúklingar Ymiskt
Ráðgeving fyri sjúklingar Bráfeingishjálp í.s.v. sjúku
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk
Ráðgevingin hevur opið mánadag,
týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag
stongt
|
|
 |
Bráðfeingishjálp
í.s.v. sjúku
Persónar, sum hava bústað í Føroyum, hava í samband
við bráðfeingis uppihald í Danmark, t.d. feriu, rætt til ávísar veitingar
frá donsku sjúkratryggingini.
Tá talan er um bráðliga ella versnaða sjúku,
vanlukkur og líknandi, hava føroyingar rætt til somu veitingar sum danir.
Men rætturin er treytaður av, at viðkomandi hevur rætt til veitingar frá
Heilsutrygd
í Føroyum. Børn undir 16 ár við bústaði í Føroyum koma undir limaskapin
hjá foreldrunum. A-limir í Føroyum hava rætt til somu veitingar sum "gruppe 1" limir í Danmark og B-limir sum
"gruppe 2" limir.
Tá talan er um fyribils uppihald í lestrarørindum, og
persónurin varðveitir adressu/bústað í Føroyum, hevur viðkomandi rætt til
somu veitingar sum persónar við bústaði í Danmark. Við at venda sær til
uppihaldskommununa fæst ein serlig váttan - Sundhedskort -, ið gevur rætt til veitingar eftir "Sundhedssloven".
Veitingar, sum talan er um her, eru ókeypis læknahjálp
hjá praktiserandi lækna og á sjúkrahúsi og hartil ískoyti til heilivág og annað.
Um sjúklingurin sjálvur hevur goldið fyri viðtalu
ella viðgerð hjá einum praktiserandi lækna, veitir uppihaldskommunan
endurgjald. Sjúklingurin skal venda sær til uppihaldskommununa við kvittan
fyri útreiðslunia og søkja um endurgjald.
Viðgerð og onnur veiting verður ikki veitt út yvir ta
tíðina, har heilsustøðan hjá sjúklinginum loyvir heimferð til Føroya. Viðgerð
eigur tó ikki at verða noktað, tá tað eftir umstøðunum ikki verður mett
rímiligt at vísa sjúklinginum til viðgerðar í Føroyum.
Reglurnar eru ásettar í: Bekendtgørelse om praksissektorens ydelser til
personer med bopæl på Færøerne eller i Grønland under midlertidigt ophold
her i landet. Nr. 1344 af 09/12 2006.
Prentvinarlig síða |