< Aftur

Innihald > Ráðgevingin

INNIHALD

Flyting til Danmarkar
Flyting til Føroya
Børn
Lesandi
Sjúka & sjúklingar
Ymiskt

Sjálvuppgáva/Ársuppgerð 2007
Frítíðarløn fyri arbeiði í FO
Slóðir
Um Ráðgevingina
 
 
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk

Ráðgevingin hevur opið mánadag, týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag stongt

Vit veita hjálp

 

Veitingar

Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Øll kunnu venda sær til Ráðgevingina. Tú kanst ringja, telefaxa, senda teldupost ella koma persónliga.

Ráðgevingin hevur royndar sosialráðgevarar, sum hava tagnarskyldu. Tú kanst venda tær anonymt til Ráðgevingina við tínum trupulleikum. Ongin skráseting fer fram. 

Tað, vit kunnu bjóða, er fyrst og fremst ráð og persónligan stuðul. Í Ráðgevingini kanst tú tosa um tínar trupulleikar, og kanska er tað nóg mikið. Ella vit kunnu vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp, og vegleiða um, hvar tú kanst venda tær.

Ráðgevingin veitir ikki peningaligan stuðul.

Opið:

Mánadag  kl. 11:30- 15:30
Týsdag  kl. 11:30- 15:30
Mikudag  kl. 14:00- 18:00
Hósdag  kl. 11:30- 15:30
Fríggjadag  Stongt.

Bakgrundin fyri stovnin

Ráðgevingin er ein sjálvsognarstovnur, settur á stovn 1. mai1984. Stovnurin er fíggjaður á Løgtingsfíggjarlógini. Tveir sosialráðgevar arbeiða á stovninum ávikavist 30 og 32 tímar um vikuna.

Ráðgevingin hevur skrivstovu í Føroya húsinum á Vesterbrogade. Ein dag um vikuna er ein ráðgevi á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Endamálið hjá Ráðgevingini er:

  • at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum

  • at reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum her og heima

  • at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu økir.

Ráðgevingin byrjaði í september 1979 við sjálvbodnari arbeiðsmegi og viðtalu 2 tímar um vikuna. Tá hetta ikki longur nøktaði tørvin, varð arbeitt við at fáa sett ein sosialráðgeva í lønt starv. Ein játtan frá "Egmont H. Petersens Fond" í eini tvey ára royndartíð gjørdi tað møguligt at seta sjálvsognarstovnin ”Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark” á stovn í apríl 1984. 1. mai 1984 varð ein sosialráðgevi settur í starv 20 tímar um vikuna.

Royndartíðin vísti, at tørvur var á slíkari ráðgeving, og stovnurin kom á fíggjarløgtingslógina. Seinni bleiv tímatalið økt við 32 tímum um vikuna og ein sosialráðgevi aftrat varð settur í starv. Ráðgevingin hevði í øllum tíðarskeiðnum veitt ráðgeving til sjúklingar og avvarðandi, men merkti ein tørv at gera meira fyri henda bólkin, og serliga at byrja vegleiðingina so tíðliga sum gjørligt. Men arbeiðsbyrðan hjá Ráðgevingini var ov stór til, at hetta kundi gerast við táverandi karmi.

Frá 1.apríl 1995 við stuðli frá "Sygekassernes Helsefond" – løn til 10 tímar um vikuna í 2 ár – bar til at veita ráðgeving til sjúklingar á Hotel Tórshavn. Aftaná 2 ár fekk Ráðgevingin játtað 10 tímar aftrat á fíggjarløgtingslógini.

Endamálið við ráðgevingartænastuni fyri sjúklingar er:

  • at ráðgeva og vegleiða sjúklingum og teirra avvarðandi í sosialum og persónligum spurningum

  • at avdúka trupulleikar og tørv so tíðliga sum møguligt, so at  neyðug hjálp kann setast í verk

  • at fyribyrgja, at tann sosiala støðan ikki óneyðugt fløkir sjúkragongdina

  • at virka sum samskipari ímillum sjúklingar, stovnar og almennar myndugleikar

Málbólkarnir, sum Ráðgevingin vendir sær til eru millum annað hesir:

  • Fastbúgvandi føroyingar í Danmark

  • Føroyingar undir útbúgving í Danmark

  • Føroyskir sjúklingar í viðgerð í Danmark og teirra avvarðandi

  • Føroyingar, íð ætla sær til Danmarkar

Málið hjá Ráðgevingini er at hjálpa ítøkiligt og bráðneyðugt og fyribyrgja, at óneyðugir trupulleikar stinga seg upp.

Øll kunnu venda sær til Ráðgvingina, tað er ikki neyðugt at upplýsa navn, og ongin skráseting fer fram. Ráðgevingin hevur royndar sosialráðgevar, sum hava tagnarskyldu.

Ráðgevingin veitir fyrst og fremst ráð og vegleiðing í teimum spurningum /trupulleikum, ið viðskiftafólkini hava. Men Ráðgevingin veitir eisini hjálp til at skriva umsóknir og kæra avgerðir og er millumlið millum einstaklingar og myndugleikar/stovnar í sambandi við at loysa trupulleikar. Samstundis verður arbeitt við upplýsandi tilfari innan ymisku arbeiðsøkini til dømis í sambandi við flyting og føroyafrádrátt.

Henda heimasíða hevur til endamáls at gera tað lættari hjá fólki at finna upplýsingar innan ymisk øki.

Arbeiðsøkið er stórt og fjøllbroytt og haraftrat kemur, at starvsfólkið arbeiðir við tveimum ymiskum lóggávum/reglum á nógvum økjum. Ráðgevingin hevur gjøgnum árini upparbeitt royndir og vitan innan ymisku økini og kann tí veita viðskiftafólkunum eina heildarráðgeving, tey ikki kunnu fáa aðrastaðni.

Leiðsla og rakstur

Ovasta leiðsla stovnsins er ein trýmannanevnd. Limirnir í nevndini eru:

  • Bogi D. Davidsen, valdur av Føroya Landsstýri

  • Marianna Andreassen, umbođ fyri brúkararnar

  • Ruth Dal-Christiansen, vald av starvsfólkunum.

Randi Johannesen hevur ábyrgd av roknskapinum hjá Ráðgevingini.

Heimasíðan hjá Ráðgevingini

Heimasíðan: www.radgevingin.dk hevur til endamáls at lætta atgongdina til upplýsing. Talan er um vegleiðandi almenna upplýsing.

Ábyrgd

Tað verður gjørt vart við, at upplýsing ikki kann javnmetast ella setast ístaðin fyri ítøkiliga ráðgeving.

Tilfarið er vegleiðandi og eftir okkara bestu sannføring rætt. Strembað verður eftir, at øll upplýsing er dagførd og so røtt sum gjørligt. Ráðgevingin kann tó ikki fult út tryggja, at allir upplýsingar á heimasíðuni ella tulkingar av hesum upplýsingum eru heilt úttømandi, gyldugir ella neyvir. Ráðgevingin átekur sær heldur ikki ábyrgd fyri, at upplýsingar á øðrum heimasíðum, sum Ráðgevingin vísir til, eru rættar.

Ráðgevingin kann uttan ávaring og til eina og hvørja tíð broyta innihaldið á heimasíðuni.

Copyright/upphavsrættur

Innihaldið á www.radgevingin.dk er vart av lógini um upphavsrætt og er ogn hjá stovninum,  Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.

Tað er loyvt at heinta (downloada) úrdráttir av heimasíðuni til privata nýtslu.

Loyvt er at endurgeva úr heimasíðuni, um víst verður til heimildina. Tað er bert loyvt at vísa til forsíðuna hjá www.radgevingin.dk

Prentvinarlig síða

Starvsfólkini:

Randi Johannesen
Randi Johannesen

Ruth Dahl-Christiansen
Ruth Dal-Christiansen

webmaster@radgevingin.dk - Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved
(Layout:
Heinesen Kommunikation) - Revised: marts 16, 2012