| < Aftur | |||
INNIHALD
|
Varðveitan av skattskyldu í FøroyumLesandi og lærlingar, ið lesa uttanlanda kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Treytir:
Reglurnar eru at finna í Kunngerð nr. 109 frá 5. juli 2001 frá Fíggjarmálastýrinum um lesandi og lærlingar uttanlands. Umsóknarbløð kunnu fáast við at venda sær til TAKS . Fyrimunurin av at varðveita fullu skattskylduna í Føroyum er, at tú skalt gjalda minni í skatti, um tú arbeiðir í Føroyum t.d. í summarfrítíðini. Tú fært ein botnfrádrátt uppá 30.000 kr. pr. 01.01.2011, tað vil siga, at fyrstu 30.000 kr. tú forvinnur, eru skattafríar. Um tú ikki varðveitir fulla skattskyldu og arbeiðir í Føroyum, verður tú avmarkað skattskyldug/-ur og skal gjalda 42 prosent í skatti av bruttoinntøkuni, 1,75 prosent í arbeiðsmarknaðargjaldi (AM) og 0,65 prosent til Barsilsskipanina (BAS). Sjálvt um tú varðveitir fulla skattskyldu í Føroyum, ert tú eisini fult skattaskyldug/ur í Danmark. Inntøka úr Føroyum skal uppgevast til skattamyndugleikarnar í Danmark, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn. Forvunna upphæddin, goldin skattur í Føroyum og evt. frádráttir skulu upplýsast á einum eyka oyðublaði "Selvangivelse for udenlandsk indkomst". Oyđublađiđ finnur tú á heimasíđuni www.skat.dk Um tú býrt í Danmark og hevur varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, skalt tú á føroysku sjálvuppgávuni bert upplýsa um inntøkur í Føroyum. |
||
|
webmaster@radgevingin.dk
-
Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved |
|||