Flyting til Danmarkar Flyting til Føroya Børn Lesandi Sjúka & sjúklingar Ymiskt
Háskúlar/eftirskúlar S.U. S.U. og børn Ferðaískoyti Varðveitan av skattskyldu Føroyafrádráttur
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk
Ráðgevingin hevur opið mánadag,
týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag
stongt
|
|
 |
SU og Børn
Um tú ert sambúgvandi við einum øðrum SU-móttakara ella einligur uppihaldari hevur tú møguleika fyri at søkja eitt ískoyti frá SU. Um tú ert uppihaldari hevur tú møguleika fyri at taka eitt eyka SU-lán. Barnið skal verða undir 18 ár og hava fólkayvirlitsadressu hjá tær. Tað eru tíni viðurskifti ta fyrsta døgnið í ársfjórðinginum, sum avgerð um tú lýkur treytirnar.
Um tú fært barn meðan tú ert undir lesnaði, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka SU.
Her verður stutt greitt frá høvuðsreglunum, nærri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá SU –
www.su.dk
Ískoyti til
uppihaldarar sum búgva saman við øðrum SU-móttakara
Um tú ert uppihaldari og býrt saman við øðrum SU-móttakara kanst tú fáa eitt ískoyti uppá
2.262 kr. um mánaðin. Tað er ein treyt at tín sambúgvi fær SU og hevur fingið SU í minsta lagi 1 mánað í ársfjórðinginum frammanundan at søkt verður.
Tú kanst søkja um íkoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá SU.
Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá.
Tú kanst ikki fáa ískoyti frá SU og samstundis søkja um “Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og
ættleiðing.
Ískoyti til einligar uppihaldarar
Um tú ert einligur uppihaldari og fært SU kanst tú fáa eitt ískoyti uppá
5.662 kr. um mánaðin. Treytin er at tú fært “Ordinært og ekstra børnetilskud” frá kommuni.
Tú kanst søkja um ískoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá SU. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá.
Tú kanst ikki fáa ískoyti sum einligur uppihaldari samstundis við “Det særlige børnetilskud for uddannelsessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og
ættleiðing.
SU-lán til uppihaldarar
Uppihaldarar, sum fáa SU, kunnu fáa eitt eyka SU-lán uppá 1.450 kr. um mánaðin . Søkt verður á “min SU” á heimasíðuni hjá SU.
Lánið verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur studning frá, velur tú eisini lánið frá. Tú kanst fáa lán til uppihaldarar samstundis sum tú fært ískoyti til einligar uppihaldarar ella ískoyti til uppihaldara, íð býr saman við øðrum SU-móttakara. Men tú kanst ikki fáa lánið samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing ella ættleiðing.
Eyka SU tá tú fært barn
Um tú fært barn meðan tú ert undir lesnaði og fær SU, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka SU.
Treytin er, at tú skalt vera lestrarvirkin mánaðin áðrenn tú fært eyka SU, men tú nýtist ikki at verða lestrarvirkin meðan tú fært eyka SU. Tú skalt verða innskrivað á útbúgvingarstovninum og lúka tey vanligu krøvini fyri at fáa SU.
Mamman hevur rætt til 12 mánaðar eyka SU og pápin hevur rætt til 6 mánaðar eyka SU. Tú velur sjálv/sjálvur nær í útbúgvingini tú vil hava útgoldið eyka SU. Mamman kann fáa útgoldið eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og pápin kann fáa eyka SU frá tí mánaðinum barnið er føtt. Tú skalt nýta tey eyka klippini í tí útbúgvingini tú ert í gongd við, tá tú fært barnið. Tú kanst sostatt ikki yvirføra tey eyka klippini til eina nýggja útbúgving, heldur ikki frá eini bachelor til eina kandidatútbúgving.
Tú søkir um tey eyka klippini á "MinSU" á heimasíðuna hjá SU –
www.su.dk -
Um tú gongur á einari víðarigangandi útbúgving kanst tú fáa útgoldið eyka klippini sum einkultklipp, dupultklipp ella miksklipp. Um tú velur miksklipp, so fært tú útgoldið eyka SU saman við tínum vanliga SU, og tá skalt tú vera lestrarvirkin og heiltíðarlesandi. Tú velur sjálv/sjálvur útgjaldingarháttin og tað er ikki neyðugt at velja sama háttin fyri øll eykaklippini.
Um tú gongur á einari ungdómsútbúgving kanst tú fáa útgoldið eykaklippini sum einkultklipp ella dupultklipp. Mamman kann fáa eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og til 12 mánaðir aftaná hon hevur átt. Pápin kan fáa útgoldið eyka SU innanfyri teir fyrstu 6 mánaðirnar aftaná at barnið er føtt.
Um tú hevur fingið barn áðrenn útbúgvingin byrjar ella meðan tú hevur orlov, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka SU. Mamman skal hava fingið barnið innanfyri 12 mánaðir áðrenn útbúgvingin byrjar og pápin innan 6 mánaðir áðrenn. Um tú til dømis hevur fingið eitt barn í apríl og byrjar útbúgvningina í september, kann mamman fáa 8 eyka klipp og pápin 2 eyka
klipp.
Prentvinarlig síða
|