| < Aftur | |||
INNIHALD
|
S.U. – Statens UddannelsesstøtteSU hevur eina frálíka
heimasíðu – www.su.dk - har tú kanst
finna allar upplýsingar um SU-reglur, faldarar, umsóknarbløð,
rokniforrit og annað. Ráðast má til, at tú frá byrjanini setir teg væl inn í, hvussu skipanin virkar. Tú hevur fleiri valmøguleikar fyri at leggja lesturin til rættis í mun til SU, arbeiðsinntøkur, lestrartíð, barnsburð og annað. Her verður í stuttum greitt frá meginreglunum í klippikortskipanini og øðrum, sum vit meta, er hent at vita. SU-skipanin
SU byggir á eina ”klippikortskipan”, har ein
mánaði
svarar til eitt klipp. Til víðarigangandi útbúgvingar fær tann lesandi
eitt klippikort uppá 6 ár, tað vil siga ein karm uppá 70 klipp. Til ta
einstøku útbúgvingina fær tann lesandi stuðul í normeraðu lestrartíðini
+ 12 mánaðir. Tá tann lesandi byrjar eina nýggja framhaldsútbúgving, fær hon/hann tillutað klipp svarandi ásettu lestrartíðina + 12 klipp, so leingi klipp eru eftir innan fyri karmin uppá 70. Tú kanst fáa eyka
SU-klipp í sambandi við barnsburð – sokallað ”fødselsklip”- .
Mamman kann fáa 12 klipp eyka til stuðulstíðina og karmin, meðan pápin
kann fáa 6. Mamman kann geva pápanum upp til 6 klipp av sínum klippum.
Fødsilsklippini kunnu útgjaldast á ymiskan hátt, sum vanlig klipp, sum
dupultklipp og miksklipp. Les nærri á heimasíðuni hjá SU, tosað við
stipendiukontórið á útbúgvingarstovninum ella vend tær/tykkum til Ráðgevingina,
so besta loysnin kann finnast í einstaka førinum. Tú kanst søkja um at fáa eyka klipp, um tú ert seinkað/ur í einum tíðarskeiði við SU orsakað av studentapolitiskum arbeiði, sjúku ella øðrum serligum viðurskiftum. Studningur til ungdómsútbúgvingar verður ikki taldur við í klippikortinum. SU og inntøkaUm tú hevur inntøku við síðuna av lestrinum, er mark fyri, hvussu stór henda inntøkan kann verða. Um tú fert uppum markið, skalt tú gjalda studning + rentur aftur. Markið kallast fríupphædd (fribeløb). Fríupphæddin hjá tí einastaka lesandi er roknað eftir lestrarstøðuni í álmanakkaárinum. Um tú fært studning alt
árið, er fríupphæddin í 2012 8.901
kr. um mánaðin fyri víðarigangangdi út-búgvingar, og 7.203
kr. um mánaðin fyri ungdómsútbúgvingar. Fríupphæddin
fyri mánaðir, har tú ikki ert undir útbúgving, er í praktikk ella
hevur valt SU frá, eru at finna á heimasíðuni hjá SU www.su.dk
Tað er ikki fríupphæddin tann einstaka mánaðin, sum er avgerandi, men
samlaða fríupphæddin fyri alt álmanakkaárið. Um tú hevur børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin
við 26.019 kr. um árið fyri hvørt barnið. Tađ eru serligar reglur galdandi fyri lesandi undir 20 ár í ungdóms- útbúgvingum. Allar inntøkur, uttan
studningurin frá SU, skulu roknast við til inntøkuna, eisini inntøkur
úr Føroyum. Um tann samlaða ársinntøkan sær út til at blíva
ov høg, so kanst tú velja SU-klipp frá og harvið hækka fríupphæddina.
Tú kanst ikki velja klipp frá við afturvirkandi kraft og minst til,
at um tú velur klipp frá, so velur tú eisini lán frá. Tað er eitt
gott hugskot at fylgja við inntøkuni gjøgnum árið. Hvussu nógv klipp,
tú skalt velja frá, kanst tú rokna út á heimasíðuni www.su.dk SU og skatturStudningurin er skattskyldug A-inntøka. Um tú fært SU alt árið og ongar aðrar inntøkur hevur, skalt tú rokna við at gjalda umleið 650 kr. í skatti um mánaðin av SU. Skatturin verður tikin frá, áðrenn tú fært útgoldið studningin. SU fær beinleiðis boð frá skattakontórinum, men tað er umráðandi, at tú ert fyribils skattaskrásett/ur á skattakontórinum og hevur fingið eitt ”forskudsregistreringsskema”. Um hetta ikki er í lagi, dregur SU 60 % frá í skatti. Føroyafrádráttur kann ikki brúkast til SU. SU og cpr.nr.
SU kann ikki útgjalda studning til tín, um tú ikki hevur eitt cpr.nr. Um tú onki cpr.nr. kanst fáa, tí tú ikki hevur eitt stað at búgva ella kennir onkran, tú kanst búgva og tilmelda teg hjá, skalt tú venda tær til SU fyri at fáa eitt umsóknarblað, tí SU kann ikki søkjast við afturvirkandi kraft. Um tú kemur í trupulleikar, ella tað gongur ov long tíð, so vend tær til Ráðgevingina. |
||
|
webmaster@radgevingin.dk
-
Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved |
|||