|
Flytiváttan Persónnummar - CPR. Sjúkrakassi - Sygesikring Bústaðarviðurskifti ALS og A-kassi Hernaðarskylda Skattur Flyting av bili Pensjón Sjúkradagpeningur
Hvussu og hvar? Leiguíbúðir Lutaíbúðir Eigaraíbúðir Búfelagsskapir Kollegiu og ungdómsíbúðir Hentar reglur Huslejenævn og LLO Boligsikring
Boligsikring
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk
Ráðgevingin hevur opið mánadag,
týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag
stongt
|
|
|
Leiguíbúðir
Tú kanst søkja leiguíbúðir gjøgnum íbúðarfeløg
(Boligselskaber/boligforeninger”) og privatar útleigarar.
Íbúðir frá privatum útleigarum finnur tú fyrst og fremst gjøgnum lýsingar í
bløðunum, men tú kanst eisini leita í fak-telefonbókini undir
”Ejendomsselskaber” og ”Ejendomsadministration”.
Alment byggjarí eru íbúðir bygdar av íbúðarfeløgnum við stuðli frá tí almenna.
Íbúðirnar verða útleigaðar eftir einum bíðilista. Tað er tí neyðugt at verða
uppskrivað/ur á bíðilista í tí einstaka íbúðarfelagnum. Tað kostar umleið 100 –
200 kr. fyri hvørt íbúðarfelag at blíva uppskrivað/ur og skal endurnýggjast á
hvørjum ári. Sum oftast eru bíðilistarnir langir, so spyr teg fyri, áðrenn tú
skrivar teg upp.
Í almennum íbúðum skal gjaldast eitt ávíst innskot, ofta
svarandi til umleið 3 mánaðar húsaleigu. Møguleiki er fyri at søkja um lán til
innskotið frá kommununi, um tú lýkur ávísar treytir.
Leinkjur til íbúðarfeløg:
www.bolig-guide.dk
www.biligbutikken-for-ht.dk
www.fsb.dk
www.lejerbor.dk
www.dabbolig.dk
www.lejebolig.dk
Les eisini: Hentar reglur viðvíkjandi íbúðarviðurskifti
Prentvinarlig síða
|