< Aftur

Innihald > Flyting til Danmarkar > Boligsikring

INNIHALD

Flytiváttan
Persónnummar - CPR.
Sjúkrakassi - Sygesikring
Bústaðarviðurskifti
ALS og A-kassi
Hernaðarskylda
Skattur
Flyting av bili
Pensjón
Sjúkradagpeningur

Hvussu og hvar?
Leiguíbúðir
Lutaíbúðir
Eigaraíbúðir
Búfelagsskapir
Kollegiu og ungdómsíbúðir
Hentar reglur
Huslejenævn og LLO
Boligsikring
 
 
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk

Ráðgevingin hevur opið mánadag, týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag stongt

Íbúðarískoyti 
(Boligsikring)

Møguleiki er at fáa ískoyti til húsaleiguna frá tí almenna (boligsikring), um tú leigar eina íbúð ella eitt kamar við køki og bað.

Hvussu nógv tú kanst fáa í íbúðarískoyti er treytað av:

- Hvussu nógv búgva í íbúðini og barnatalið
- Inntøkuni hjá húskinum
- Leigukostnaðinum
- Íbúðarstøddini

Søkt verður um íbúðarískoyti  í kommununi, har íbúðin er. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til kommununa ella á:

www.borger.dk

Á tí heimasíðuni er eisini møguleiki fyri at rokna út, hvussu nógv tú kanst fáa í íbúðarískoyti  (vegleiðandi). Men tað ber eisini til at ringja til kommununa og biðja um eina útrokning.

Tað er umráðandi, at tú søkir íbúðarískoyti, so skjótt til ber, tí tú kanst ikki fáa íbúðarískoyti við afturvirkandi gildi.

Um húsaleigan er hægri enn 50% av inntøkuni, kanst tú ikki fáa íbúðarískoyti. Fyri lesandi taka kommununar tó ofta hædd fyri, at tey eisini hava "inntøku" frá lestrarláni.

Prentvinarlig síða



webmaster@radgevingin.dk - Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved
(Layout:
Heinesen Kommunikation) - Revised: august 11, 2010