| < Aftur |
Innihald > Flyting til Føroya > Frítíðarløn |
||
INNIHALD
|
FrítíðarlønHvat hendir við frítíðarlønini á FerieKonto, um tú flytir til Føroyar ella fert at arbeiða har í eina tíð? Um tú hevur flutt adresssuna á fólkayvirlitinum, kanst tú fáa útgoldið tína frítíðarløn, tá ið tú flytir. Tú skalt skriva til FerieKonto og geva teimum títt skrásetingar- og kontonummar. So vil FerieKonto seta frítíðarlønina inn á tína konto. Um tú ikki flytir adressuna á fólkayvirlitinum, skalt tú annaðhvørt halda tína feriu ella bíða við at fáa tína frítíðarløn útgoldna. Um tú heldur tína feriu í uttanlanda, er tað tín arbeiðsgevari uttanlanda ið skal undirskriva FeriuKonto prógvið. Um tú ikki hevur arbeiði í Føroyum/útlandinum, so er tað Almannafyrisitingin í búðstaðarkommununi, ið skrivar FeriuKonto-prógvið undir. Um tú arbeiðir í Danmark, men býrt í Føroyum, er danska feriulógin galdandi og tí skalt tú halda feriu eftir reglunum í feriulógini. Gevst tú at arbeiða í Danmark, kanst tú fáa frítíðarpeningin útgoldnan. Treytin er, at tú kanst skjalprógva, at tú ikki longur ert tilknýtt/ur danska arbeiðsmarknaðin. Skjalprógvið kann vera: uppsøgn ella ein frágreiðing frá tínum danska arbeiðsgevara, ella at tú ert vorðin limur í føroyskum/útlondskum A-kassa. Skjalprógvið skal sendast til FeriuKonto. Adressan er: |
||
|
webmaster@radgevingin.dk
-
Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved |
|||