| < Aftur |
Innihald > Flyting til Føroya > Eftirløn |
||
INNIHALD
|
EftirlønUm tú fært eftirløn, kanst tú vera í Føroyum uttan at missa rættin til eftirlønina. Hetta er galdandi, óansæð um tú flytir til Føroya ella bara heldur frí í Føroyum. Vanliga tekur A-kassin skatt av eftirlønini. Um tú ikki ert skattskyldugur í Danmark, skalt tú fáa til vega váttan frá danska skattavaldinum um hetta. Tá A-kassin móttekur hesar upplýsingar, kann A-kassin lata vera við at taka skattin. Tú skalt sjálv/ur gera skattamyndigleikunum í Føroyum varugir við hesa inntøku. Vend tær altíð til tín A-kassa, um tú hugsar um at flyta til Føroya og taka eftirlønina við tær. |
||
|
webmaster@radgevingin.dk
-
Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved |
|||