< Aftur

Innihald > Flyting til Danmarkar > Skattur

INNIHALD

Flyting til Danmarkar
Flyting til Føroya
Børn
Lesandi
Sjúka & sjúklingar
Ymiskt

Flytiváttan
Persónnummar - CPR.
Sjúkrakassi - Sygesikring
Bústaðarviðurskifti
ALS og A-kassi
Hernaðarskylda
Skattur
Flyting av bili
Pensjón
Sjúkradagpeningur

  
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk

Ráðgevingin hevur opið mánadag, týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag stongt

Skattur

Tá tú flytir til Danmarkar, er høvuðsreglan, at tú kemur undir fulla skattskyldu í Danmark frá tí degi, tú ert skrásett/ur sum flutt/ur á fólkayvirlitinum.

Tú skalt venda tær til SKAT´s Skattecenter , og blíva fyribils skattaskrásett/ur (forskudsregistreret). Tú fært síðani eitt "Forskudsopgørelse" við einum skattakorti. Á hesum sæst hvussu stóran frádrátt tú hevur, og hvussu nógv prosent, ið skulu gjaldast í skatti.

Skattakortið verður sent eletroniskt til arbeiðsgevaran ella til tann stovn/myndugleika, tú fært veiting frá.

Í Danmark fært tú ein persónsfrádrátt uppá 42.900 kr. (2011) árliga, men tú fært ongan barnafrádrátt, um tú hevur børn. Ein barnafamiljuveiting (børne-ungeydelse) kemur í staðin.

Umframt persónsfrádráttin hevur tú rætt til "ligningsmæssige fradrag" - til dømis frádrátt fyri rentur av lánum bæði í Føroyum og Danmark, útreiðslur til limaskap í fakfelagi og arbeiðsloysiskassa og Føroyafrádrátt, um tú lýkur treytirnar.

Í Danmark skalt tú gjalda eitt slag av bruttoskatti av arbeiðs- inntøkuni, áðrenn skatturin verður roknaður - 8 % í "arbejdsmarkedsbidrag.

Nærri upplýsingar um skatting eru at finna heimasíðuni hjá  Skat:

www.skat.dk

Prentvinarlig síða

webmaster@radgevingin.dk - Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved
(Layout:
Heinesen Kommunikation) - Revised: august 11, 2010