< Aftur

Innihald > Flyting til Danmarkar > Flyting av bili

INNIHALD

Flyting til Danmarkar
Flyting til Føroya
Børn
Lesandi
Sjúka & sjúklingar
Ymiskt

Flytiváttan
Persónnummar - CPR.
Sjúkrakassi - Sygesikring
Bústaðarviðurskifti
ALS og A-kassi
Hernaðarskylda
Skattur
Flyting av bili
Pensjón
Sjúkradagpeningur

  
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk

Ráðgevingin hevur opið mánadag, týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag stongt

Flyting av bili til Danmarkar

Í samband viđ flyting av bili til Danmarkar eru ymiskar reglur galdandi alt eftir um flytingin er varandi, undir 3 ár ella undir 1 ár.

Varandi flyting

Brúktir persónbilar kunnu innflytast toll- og momsfrítt sum flytigóðs treytað av, at tú hevur átt og nýtt akfarið teir seinastu 6 mdr.. Føroyskt skrásetingarskjal skal vísast sum prógv. Tú kanst ikki selja, pantseta ella útleiga bilin fyrstu 12. mdr.. Tú skalt eisini prógva at tú kevur búð uttanfyri EU í minsta lagi 12 mdr.

Við varandi flyting skalt tú gjalda skrásetingargjald (Indregi- strerinsafgift). Bilurin skal sýnast og virðismetast. Skrásetingar- gjaldið av brúktum bilum verður roknað eftir aldur og gjald- skylduga virðinum av bilinum eftir einari gjaldsskrá. Í flestu førum loysir tað seg ikki at taka bilin við.

Tað ber til at senda ein fyrispurning til Skat um ásetta virði av einum brúktum bili. Oyðiblað til endamálið finnur tú á heimasíðuni hjá Skat – www.skat.dk - undir borger – motorkøretøjer – motorblanketter – 21.009 Forespørgsel om værdifastsættelse af et brugt køretøj. 

Har finnur tú eisini aðrar hentar upplýsingar.

Undir 3 ár

Møguleiki  er fyri at søkja um undantøku frá skrásetingargjaldi í samband viđ fyribils uppihald í Danmark í upp til 3 ár.

Treytirnar eru hesar:

  • tann, sum flytir, skal hava átt og brúkt akfarið í minsta lagi 1 ár frammanundan
  • tann, sum flytir, skal innanfyri tey seinastu 12 árini hava búð (haft uppihald) í Føroyum í minsta lagi 5 ár
  • toll og avgjøld av akfarinum skulu verða goldin
  • tað skal skjalprógvast, at talan er um eitt fyribils uppihald undir 3 ár

Verður akfarið selt, ella fer uppihaldið út um ta ásettu tíðina, fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar. Upphæddin verður tann, sum skuldi verið goldin, tá flutt varð.

Loyvið til at nýta akfarið umfatar bert eigaran og persónar, ið hoyra til húskið hjá eigaranum.

Reglurnar eru ásettar í Lovbekendtgørelse 836 af 01/07/2011 Bekendtgørelse af lov om registreringsafgift af motorkøretøjer m.v. (registreringsafgiftsloven) § 3.

Tú skalt venda tær til SKAT, tlf. 72 22 18 18, www.skat.dk

 skat@skat.dk

Undir 1 ár.

Í samband við fyribils/styttri uppihald í Danmark – ½ ár innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið – kann søkjast um loyvi at koyra við føroyskum nummarplátum í Danmark. Loyvi skal søkjast bæði í Føroyum og í Danmark.

Í Føroyum er loyvi treytað av:

- at reglurnar í Danmark loyva hesum
- at lógarkravda ábyrgdartryggingin er í lagi
- at vektgjaldið verður goldið sum vanligt
- at bústaðarbroytingar verða fráboðaðar akfaraskránni
- lógarkravd sýn eru framd

Søkt verður um loyvi á Akstovuni, Hoyvíksvegur 57, FO-100 Tórshavn, Tlf. 35 04 00
www.akstovan.fo - akstovan@akstovan.fo

Í Danmark verður søkt um loyvi hjá:

SKAT, tlf. 72 22 18 18, www.skat.dk - skat@skat.dk 

Umsóknarblað er at finna á heimasíðuni www.skat.dk
 -undir borger - motorkøretøj - blanketter og attester - 21.059
Ansøgning om tilladelse til kørsel i Danmark med udenlandsk registreret køretøj.

Skjalprógv fyri arbeiði ella lestur og avrit av føroyska skrásetingarskjalinum (registreringsattest) skal sendast við. 

Mælt verður til at søkt verður um loyvi bæði í Føroyum og Danmark áðrenn fráferð.

Prentvinarlig síða

webmaster@radgevingin.dk - Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved
(Layout:
Heinesen Kommunikation) - Revised: august 11, 2010