< Aftur

Innihald > Flyting til Danmarkar > ALS og A-kassi

INNIHALD

Flyting til Danmarkar
Flyting til Føroya
Børn
Lesandi
Sjúka & sjúklingar
Ymiskt


Flytiváttan
Persónnummar - CPR.
Sjúkrakassi - Sygesikring
Bústaðarviðurskifti
ALS og A-kassi
Hernaðarskylda
Skattur
Flyting av bili
Pensjón
Sjúkradagpeningur


Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk

Ráðgevingin hevur opið mánadag, týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag stongt

Flyting av ALS-limaskapi

Tá tú flytir til Danmarkar kanst tú flyta tín limaskap frá føroysku arbeiðsloysisskipanini ALS til ein danskan arbeiðsloysiskassa.

Arbeiðsloysisskipaninar í Føroyum og Danmark virka ikki líka. Í Føroyum verður tú automatisk umfatað/ur av ALS-skipanini, tá tú ert í arbeiði. Í Danmark skalt tú melda teg inn/yvirflyta limaskapin fyri at verða umfatað/ur av arbeiðsloysisskipanini.

Einar 3 vikur, áðrenn tú flytir til Danmarkar, skalt tú venda tær til ALS, siga frá, at tú flytir og biða um skjalprógv fyri limaskapi í ALS (váttanin eitur N 301). ALS sendir tær síðani eitt spurnarblað at útfylla. Tá ALS hevur viðgjørt spurnarblaðið og kannað um samsvar er við upplýsingar frá Toll- og Skattstovuni, verður N 301 og kontoavrit frá Toll- og skattstovuni send tær.

N 301, kontoavrit og lønarseðlar skulu latast danska A-kassanum í seinasta lagi 8 vikur (!) eftir at tú ikki longur er umfatað/-ur av ALS. Tað ræður um at halda 8 virkurs freistina, annars missir tú rættin til yvirflyting og útgjald!

Í sambandi við yvirflytingina fært tú yvirflutt limatíðarskeið og arbeiðstímar. Hetta hevur týdning í samband við treytir fyri útgjald av arbeiðsloysisstuðli.

Um tú ert arbeiðsleys/ur, tá tú flytir, skalt tú lúka ymiskar treytir fyri at fáa útgjald:

  1. Tú skalt havar verið limur í ALS (goldið til ALS) í minsta lagi 1 ár. Skal skjalprógvast við váttan N 301 frá ALS.
  2. Tú skalt skjalprógva í minsta lagi 2080 arbeiðstímar trý tey seinastu árini. Skal skjalprógvast við lønarseðlum.
  3. Tú skalt vera skrásett/ur og tøk/ur í "Jobcentrinum" (fyrr Arbejdsformidlingen, AF)

Legg til merkis, at tú bæði skalt seta teg í samband við A-kassan fyri at yvirflyta og melda teg tøkan á Jobcentrinum. Tað ræður um at gera hetta skjótast møguligt aftaná flytingina. Tí tú kanst ikki fáa útgjald fyrr enn frá tí degi, tú ert skrásett/ur sum tøk/ur og hevur yvirflutt limaskapin til A-kassan.

Viðvíkjandi eftirløn. Um tú fyrr hevur verið limur í einum donskum A-kassa og goldið til eftirløn og so flytir aftur til Danmarkar og ynskir at koma inn aftur í eftirlønarskipanina, skalt tú skrivliga søkja um upptøku í A-kassanum innan 4 vikur (!) eftir at tú hevur fingið arbeiði ella er flutt/ur til Danmarkar.

Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðunum hjá ALS - www.als.fo - borger - www.borger.dk

Yvirlit yvir A-kasser í Danmark eru at finna á heimasíðuni www.ama.dk

 

Prentvinarlig síða

webmaster@radgevingin.dk - Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved
(Layout:
Heinesen Kommunikation) - Revised: august 11, 2010