< Aftur

Innihald > Børn > Barnaískoyti - lesandi

INNIHALD

Flyting til Danmarkar
Flyting til Føroya
Børn
Lesandi
Sjúka & sjúklingar
Ymiskt

Børnebidrag
Børnetilskud
Børnetilskud - lesandi
Børnefamilieydelse
Barnaansing FO
Barnaansing DK
Barnsburðarfarloyvi FO
Barnsburðarfarloyvi DK
Skúlar í DK
Føroyski Skúlin í Kbh.
  
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33 23 99 80
Fax 33 23 92 34
Teldupostur:
radgevingin@radgevingin.dk

Ráðgevingin hevur opið mánadag, týsdag og hósdag kl. 11:30-15:30, mikudag 14:00-18:00, fríggjadag stongt

Barnaískoyti - lesandi
(Børnetilskud)

Barnaískoytið er eitt serligt ískoyti sum foreldur undir útbúgving kunnu søkja. (Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre).

Útbúgvingin skal geva rætt til SU ella geva rætt til upptøku í einum arbeiðsloysiskassa eftir lokna útbúgving.

Tað verður bert útgoldið eitt ískoyti pr. lesandi foreldur. Støk og pør har bert annað er lesandi, kunnu bert fáa eitt ískoyti. Pør, har bæði eru lesandi, kunnu fáa tvey ískoyti um tey hava 2 ella fleiri børn. Tað eru bert foreldur, sum hava barnið búgvandi hjá sær, ið hava rætt til ískoytið.

Ískoytið er í mesta lagi 6.508 kr. árliga og verður útgoldið hvønn ársfjórðing. 

Inntøkumark (inntøka í álmanakkaárinum):

   

Støk

Pør
(1 ískoyti)

Pør
(2 ískoyti)

Ískoytið minkar við 10 % av inntøkuni sum fer uppum:

130.300

195.400

 

Ískoytið fellur burtur um inntøkan fer uppum:

195.380

260.480

325.560

Tú skalt søkja um ískoytið í tí kommununi, har tú býrt. Umsóknarblað fæst frá kommununi ella á:

Pør, har bæđi fáa SU og ískoyti til SU sum uppihaldarir, havi ikki rætt til omanfyristandandi ískoyti til fyrsta barniđ.

www.borger.dk

 

 

 

Prentvinarlig síða

webmaster@radgevingin.dk - Copyright © 2000 - Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. All rights reserved
(Layout:
Heinesen Kommunikation) - Revised: august 11, 2010