Ráðgevingartænasta til sjúklingar

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark veitir ráðgeving og vegleiðing  til føroyskar sjúklingar og avvarðandi teirra.

Endamálið við ráðgevingartænastuni er:

at ráðgeva og vegleiða sjúklingum og teirra avvarðandi í sosialum og persónligum spurningum

at avdúka trupulleikar og tørvin so tíðliga sum møguligt, so at neyðug hjálp kann setast í verk.

at fyribyrgja, at tann sosiala støðan ikki óneyðugt fløkir sjúkra- gongdina.

at virka sum samskipari millum sjúklingar, stovnar og almennar myndugleikar.      

Ein sosialráðgevi frá Ráðgevingini er at hitta á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag millum 10.00 og 15.30. 

Sjúklingahotellið Tórshavn
Tåsingegade 29, 5.
2100 København Ø

Tlf. 77 33 64 33 (beinleiðis til sosialráðgevan) ella 77 33 64 64 (skrivstovan á hotellinum)

Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag eru sosialráðgevarnir eisini at hitta í Ráðgevingini í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A.