Flyting av fólka- og fyritíðarpensjón úr Føroyum til Danmarkar

Tú skalt venda tær til pensjónsdeildina á Almannastovuni - tlf. (+298) 35 35 10 - og siga frá, at tú flytir til Danmarkar og ynskir at fáa pensjónina yvirflutta.

Almannastovan útflýggjar "flyttemeddelelse for pensionister", yvirlit yvir pensiónsveitingina og fyri fyritíðarpensjónistar (játtađ áđrenn 1. januar 2003) avrit av pensjónsjáttanini. Hesi skjølini skulu latast donsku tilflytingarkommununi.

Um tú hevur fingiđ játtađ fyritíđarpensjón aftaná 1. januar 2003 ber ikki til at yvirflyta pensjónini, men pensjón skal søkjast av nýggum í Danmark.

Í Danmark verður pensjónin goldin afturút.

Um tú vilt vita meira um upphæddir og adressur, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina.