|
Íbúðarískoyti
(Boligsikring)
Møguleiki er at fáa ískoyti til húsaleiguna frá tí almenna (boligsikring), um tú leigar eina íbúð ella eitt kamar við køki og bað.
Hvussu nógv tú kanst fáa í íbúðarískoyti er treytað av:
- Hvussu nógv búgva í íbúðini og barnatalið
- Inntøkuni hjá húskinum
- Leigukostnaðinum
- Íbúðarstøddini
Søkt verður um íbúðarískoyti í kommununi, har íbúðin
er. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til kommununa ella á:
www.netborger.dk
Á tí heimasíðuni er eisini møguleiki fyri at rokna út, hvussu nógv tú kanst fáa í
íbúðarískoyti (vegleiðandi). Men tað ber eisini til at ringja til kommununa og biðja um eina útrokning.
Tað er umráðandi, at tú søkir íbúðarískoyti, so skjótt til ber, tí tú kanst ikki fáa
íbúðarískoyti við afturvirkandi gildi.
Um húsaleigan er hægri enn 50% av inntøkuni, kanst tú ikki fáa íbúðarískoyti. Fyri lesandi taka kommununar tó ofta hædd fyri, at tey eisini hava "inntøku" frá
lestrarláni.
|