Skattur

Tann føroyska skattaskipanin er øðrvísi enn tann danska. Í Føroyum rindar tú landskatt, kommunuskatt og kirkjuskatt.

Skattatalvur eru at finna á heimasíðuni www.taks.fo

 Í samtíðarskattaskipanini hevur tú ein barnafradrátt. Upphæddin á barnafrádráttinum er ymisk frá kommunu til kommunu. Tú dregur ikki rentur frá, men fært rentustuðul o.a.

Av tínari inntøku verður eisini avroknað 1 % til arbeiðsloysisskipanina (ALS). 1,75 % í arbeiðsmarknaðargjaldi og 0,65 %  í gjald til barsilskipanina.

Um tú einans verður avmarkað skattskyldugur og bert hevur A-inntøku, skattast tú við 42 % av  inntøkuni, 1,75 % í arbeiðsmarknaðargjaldi og 0,65 % í gjald til barsilsskipania, tú fært ongar frádráttir. Hetta um tú hevur uppihald í Føroyum í minni enn 180 dagar.

Lesandi, ið hava varðveitt teirra skattskyldu í Føroyum, koma ikki undir avmarkaða skattskyldu, men kunnu forvinna sær 30.000 kr. (2011)  um árið uttan at gjalda skatt.

Tá ið tú kemur heim, skalt tú venda tær til TAKS, so tú kanst fyribils skattaskrásetast.