Frítíðarløn

Hvat hendir við frítíðarlønini á FerieKonto, um tú flytir til Føroyar ella fert at arbeiða har í eina tíð?

Um tú hevur flutt adresssuna á fólkayvirlitinum, kanst tú fáa útgoldið tína frítíðarløn, tá ið tú flytir. Tú skalt skriva til FerieKonto og geva teimum títt skrásetingar- og kontonummar. So vil FerieKonto seta frítíðarlønina inn á tína konto.

Um tú ikki flytir adressuna á fólkayvirlitinum, skalt tú annaðhvørt halda tína feriu ella bíða við at fáa tína frítíðarløn útgoldna. Um tú heldur tína feriu í uttanlanda, er tað tín arbeiðsgevari uttanlanda ið skal undirskriva FeriuKonto prógvið.

Um tú ikki hevur arbeiði í Føroyum/útlandinum, so er tað Almannafyrisitingin í búðstaðarkommununi, ið skrivar FeriuKonto-prógvið undir.

Um tú arbeiðir í Danmark, men býrt í Føroyum, er danska feriulógin galdandi  og tí skalt tú halda feriu eftir reglunum í feriulógini.

Gevst tú at arbeiða í Danmark, kanst tú fáa frítíðarpeningin útgoldnan. Treytin er, at tú kanst skjalprógva, at tú ikki longur ert tilknýtt/ur danska arbeiðsmarknaðin.

Skjalprógvið kann vera: uppsøgn ella ein frágreiðing frá tínum danska arbeiðsgevara, ella at tú ert vorðin limur í føroyskum/útlondskum A-kassa. Skjalprógvið skal sendast til FeriuKonto.

Adressan er:
FerieKonto
Kongens Vænge 8,
3400 Hillerød
Teldupostur: fk@atp.dk
Fax: 4820 4813
Tlf. 4820 4910
www.feriekonto.dk
www.atp.dk