Arbeiðsloysistrygging/ALSUm tú ert limur í einum donskum A-kassa, kanst tú yvirflyta til ta føroysku ALS skipanina. Áðrenn tú flytir til Føroya, skalt tú venda tær til tín danska A-kassa. Har skalt tú biðja um eina váttan um limaskap. Hana skalt tú handa Arbeiðsloysisskipanini saman við tínum lønarseðlum fyri teir seinastu 12 mánaðirnar, tú hevur verið í arbeiði. Um tú hevur fingið dagpengar útgoldnar tey seinastu 5 árini, skalt tú biðja A-kassan um at geva tær útskrivtir yvir tær vikurnar, tú hevur fingið arbeiðsloysisstuðul í Danmark. Hesar verða mótroknaðar í ALS-tíðarskeiðnum. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 3 ára skeiði. Eftir hetta steðgar útgjaldið, og tú hevur ongan rætt til arbeiðsloysisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Eftir hetta kanstút koma inn í skipanina eftir somu treytum, sum tey, ið søkja um arbeiðslooysisstuðul fyri fyrstu ferð. Arbeiðsloysisskipanin
|