|
Skattur
Tá tú flytir til Danmarkar, er høvuðsreglan, at tú kemur undir fulla skattskyldu í Danmark frá tí degi, tú ert skrásett/ur sum flutt/ur á fólkayvirlitinum.
Tú skalt venda tær til SKAT´s Skattecenter, og blíva fyribils skattaskrásett/ur (forskudsregistreret). Tú fært síðani eitt "Forskudsopgørelse" við einum skattakorti. Á hesum sæst hvussu stóran frádrátt tú hevur, og hvussu nógv
prosent, ið skulu gjaldast í skatti.
Skattakortið verður sent elektroniskt til arbeiðsgevaran
ella til tann stovn/myndugleika, tú fært veiting frá.
Í Danmark fært tú ein persónsfrádrátt uppá 42.900 kr. (2011) árliga, men tú fært ongan barnafrádrátt, um tú hevur børn. Ein
barnafamiljuveiting (børne-
og ungeydelse) kemur í staðin.
Umframt persónsfrádráttin hevur tú rætt til "ligningsmæssige fradrag" - til dømis frádrátt fyri rentur av lánum bæði í Føroyum og Danmark, útreiðslur til limaskap í fakfelagi og arbeiðsloysiskassa og
Føroyafrádrátt, um tú lúkar treytirnar.
Í Danmark skalt tú gjalda eitt slag av bruttoskatti av arbeiðsinntøkuni, áðrenn skatturin verður roknaður - 8 % í
"arbejdsmarkedsbidrag" .
Nærri upplýsingar um skatting eru at finna heimasíðuni hjá Told og Skat:
www.toldskat.dk
|