Flyting av ALS-limaskapiTá tú flytir til Danmarkar kanst tú flyta tín limaskap frá føroysku arbeiðsloysisskipanini ALS til ein danskan arbeiðsloysiskassa. Arbeiðsloysisskipaninar í Føroyum og Danmark virka ikki líka. Í Føroyum verður tú automatisk umfatað/ur av ALS-skipanini, tá tú ert í arbeiði. Í Danmark skalt tú melda teg inn/yvirflyta limaskapin fyri at verða umfatað/ur av arbeiðsloysisskipanini. Einar 3 vikur, áðrenn tú flytir til Danmarkar, skalt tú venda tær til ALS, siga frá, at tú flytir og biða um skjalprógv fyri limaskapi í ALS (váttanin eitur N 301). ALS sendir tær síðani eitt spurnarblað at útfylla. Tá ALS hevur viðgjørt spurnarblaðið og kannað um samsvar er við upplýsingar frá Toll- og Skattstovuni, verður N 301 og kontoavrit frá Toll- og skattstovuni send tær. N 301, kontoavrit og lønarseðlar skulu latast danska A-kassanum í seinasta lagi 8 vikur (!) eftir at tú ikki longur er umfatað/-ur av ALS. Tað ræður um at halda 8 virkurs freistina, annars missir tú rættin til yvirflyting og útgjald! Í sambandi við yvirflytingina fært tú yvirflutt limatíðarskeið og arbeiðstímar. Hetta hevur týdning í samband við treytir fyri útgjald av arbeiðsloysisstuðli. Um tú ert arbeiðsleys/ur, tá tú flytir, skalt tú lúka ymiskar treytir fyri at fáa útgjald:
Legg til merkis, at tú bæði skalt seta teg í samband við A-kassan fyri at yvirflyta og melda teg tøkan á AF. Tað ræður um at gera hetta skjótast møguligt aftaná flytingina. Tí tú kanst ikki fáa útgjald fyrr enn frá tí degi, tú ert skrásett/ur sum tøk/ur og hevur yvirflutt limaskapin til A-kassan. Viðvíkjandi eftirløn. Um
tú fyrr hevur verið limur í einum donskum A-kassa og goldið til eftirløn og
so flytir aftur til Danmarkar og ynskir at koma inn aftur í eftirlønarskipanina,
skalt tú skrivliga søkja um upptøku í A-kassanum innan 4 vikur (!) eftir
at tú hevur fingið arbeiði ella er flutt/ur til Danmarkar.
Yvirlit yvir A-kassar í Danmark er at finna á heimasíðuni www.ama.dk
|