Barnsburðarfarloyvi í FO

 

Um tú hevur barnsburðarfarloyvi og flytir til Føroya eru ymiskar reglur sum gera seg galdandi.

Um tú fært barsilsdagpengar frá donsku dagpeningaskipanini og lýkur ávísar treytir, er møguleiki fyri at varðveita barsilsdagpeningin tá tú flytir til Føroya.

Um tú hevur barnsburðarfarloyvi og fær løn frá arbeiðsgevaranum, hevur tú framvegis rætt til lønina tá tú flytir til Føroya.

Um tú ikki hevur ella ikki longur hevur rætt til dagpening ella annað endurgjald fyri inntøkumiss í samband við barsil í Danmark, er møguleiki fyri at fáa útgjald frá føroysku Barsilsskipanini,  um tú lúkar ávísar treytir.

Ráðast má til at søkja vegleiðing frá dagpeningadeildini í donsku bústaðarkommununi og Barsilsskipanini í Føroyum áðrenn tú flytir.

Barsilsskipanin, Smyrilsvegur 20, FO-100 Tórshavn

Tlf.  35 35 55 (10-15)   - Fax. 35 35 56

Teldupostur: barsil@barsil.fo

www.barsil.fo