Barnapengar (børnebidrag)

Um tað er ásett gjald av barnapengum í einum ískoytisskjali (bidragsdokument), kunnu barnapengarnir eftir umsókn útgjaldast sum forskot frá tí almenna.

Í samband við flyting er tað neyðugt at hava ískoytisskjalið (bidragsdokument) við.

Søkt verður gjøgnum kommununa. Umsóknarblað fæst frá kommununi ella á www.borger.dk. Umsóknarblaðið eitur "Ansøgning om udbetaling/afkrævning af underholdsbidrag".

Vanliga ískoytið (normalbidraget) er uppá 1.228,- kr. um mánaðin pr. 01.01.2012.