Barnafamiljuveiting
(Børne- og ungeydelse)

Fyri børn undir 18 ár verður útgoldin ein skattafrí veiting, nevnd "børne- og ungeydelse" hvønn ársfjórðing.

Upphæddirnar pr. 01.01.2012 eru hesar:

  •  0 -  2 ár -   4.266 kr.
  •  3 -  6 ár -   3.375 kr.
  •  7 - 14 ár -  2.658 kr.
  • 15 -17 ár -     886 kr. pr. md.

Loft við minst 3 børn - 35.136 kr. árliga

Hetta ískoytið skal ikki søkjast. Ískoytið verður útgoldið:

  • 20.01
  • 20.04
  • 20.07
  • 20.10

Barnafamiljuveitingin verður útgoldin fyrstu ferð í ársfjórðinginum  aftaná at flutt er til Danmarkar.

Ískoytið er treytað av fullari skattskyldu í Danmark.